- Tíðindi, mentan og ítróttur
Einki eftirlit er við skipum hjá donsku sjóverjuni
Einki eftirlit er við skipum hjá donsku sjóverjuni
TAKS veit ikki, hvussu ofta danska sjóverjan hevur lagt at bryggju í Føroyum seinasta árið

TAKS sendir vanliga ikki fólk umborð á herskip, heldur ikki donsk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.11.2025 - 07:55
Einki eftirlit er við skipunum hjá donsku sjóverjuni.
Tí ber ikki til at siga, um tey, sum manna skipini, smugla til dømis rúsevni til Føroya, ella um rúsevni eru funnin á sjóverjuskipunum.
Herskip hava órin.
TAKS sendir vanliga ikki fólk umborð á herskip, heldur ikki donsk.
Skal TAKS umborð á eitt herskip, verður hetta gjørt í samráði við flaggstatin og skiparan og í samstarvi við løgregluna.
TAKS veit ikki, hvussu ofta danska sjóverjan hevur lagt at bryggju í Føroyum seinasta árið.
Tað hevur Annika Olsen, løgtingskvinna, fingið at vita frá Ruth Vang, landsstýriskvinnu.
Annika Olsen spurdi um rúsevnaeftirlit.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























