Ango ætlar at yvirtaka makrel og sild frá Vørðustíggi

Ango ætlar at yvirtaka makrel og sild frá Vørðustíggi
Vørðustíggjur, sum eigur trolaran Eysturbúgvan, fer at gevast, og onnur feløg liggja nú framvið at yvirtaka skip og kvotur
Smápartafelagið Ango rekur uppsjóvarfiskiskap og eigur uppsjóvarskipið Ango.
 
03.12.2025 - 11:24

Nú er eitt felag komið aftrat, sum vil yvirtaka ávísar ognir hjá smápartafelagnum Vørustíggi og trolaran Eysturbúgvan.

Tað hevur Kappingareftirlitið fingið at vita.

Vørustíggjur hevur gjørt av at gevast.

Nú ætlar Ango at yvirtaka 812 tons av makreli og 339 tons av sild. 

Smápartafelagið Ango rekur uppsjóvarfiskiskap og eigur uppsjóvarskipið Ango.

 

Eysturbúgvin.

 

Varðin ætlar at yvirtaka Eysturbúgvan

Partafelagið Varðin ætlar at yvirtaka nakrar aðrar ognir hjá Vørðustíggi.

Varðin ætlar at yvirtaka Eysturbúgvan, fiskidagar til botnfiskiveiðu og gulllaksakvotu. 

Yvirtøkan verður umvegis dótturfeløgini hjá Varðanum, Gulenni og Skipafelagið 1. 

Gulenni yvirtekur gulllaksakvotuna, Skipafelagið 1 yvirtekur Eysturbúgvan og fiskidagarnar hjá honum, hevur Kappingareftirlitið fingið fráboðan um. Gulenni eigur uppsjóvarskipið Tummas T.

Skipafelagið 1 eigur ísfiskatrolarnar Heyk og Stelk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025