Føroyar styrkja ukrainsku verjuna

Føroyar styrkja ukrainsku verjuna
Landsstýrið hevur biðið løgtingið um fýra milliónir krónur í stuðli, tí landsstýrið ætlar at bjóða Ukraina tveir skjótgangandi bátar, sum eru gjørdir í Føroyum
Bátur hjá Brim Boats.
 
04.12.2025 - 06:48

Landsstýrið hevur biðið løgtingið um fýra milliónir krónur í stuðli, ti landsstýrið ætlar at bjóða Ukraina tveir skjótgangandi bátar, sum eru gjørdir í Føroyum.

Samskifti er umvegis donsku verjuna við Ukraina um bátarnar.

Teir kunnu eitt nú nýtast til serdeildir, til sjúkraflutning og annað virksemi hjá ukrainska flotanum.

Brim Boats á Eiði, sum skal byggja bátarnar, sigur, at fyrri báturin kann vera liðugur 10 vikur eftir, at bíleggingin er gjørd. 

Seinni báturin kann latast 10 til 12 vikur eftir fyrra bátin.

Fyrri báturin kostar millum eina og 1,1 mió.kr.

Seinni báturin kostar millum eina millión og 850.000 og eina millión og 950.000 kr.

Fyrri báturin er ein tillaging av einum báti, sum longu er gjørdur.

Seinni báturin hevur meira útgerð og kostar tí meira.


Útgerð

Samskifti er um ítøkiliga útgerð.

Óvissan er 10 til 15 prosent.

Haraftrat skal vera rásarúm fyri at ganga møguligum ynskjum frá Ukraina á møti.

Tí verður biðið um fýra milliónir.

Uttanríkismálaráðið sigur, at tað í breiðari uttanríkispolitiskum høpi er eitt týðandi signal at senda umheiminum, at Føroyar lata útgerð, sum styrkir verjuna hjá Ukraina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985