Góðar 24 milliónir til Listasavnið

Góðar 24 milliónir til Listasavnið
Játtanin er fortreyt fyri, at Listasavnið taka ímóti 41 milliónum frá grunnum, sum vilja stuðla arbeiðnum at umvæla og útbyggja savnið
Útbyggingin av Listasavninum verður mett at kosta 71 milliónir kr.
 
10.12.2025 - 08:04

Landsstýriskvinnan í mentamálum biður løgtingið um heimild at játta 24,3 milliónir krónur til Listasavnið.

Játtanin er ein fortreyt fyri at Listasavnið kann taka ímóti 41 milliónum krónum frá grunnum, sum vilja stuðla arbeiðinum at umvæla og útbyggja Listasavnið.

Sambært lógaruppskotinum fer arbeiðið at kosta tilsamans 70,8 milliónir krónur. Landskassin fíggjar í mesta lagi 24,3 milliónir og Tórshavnar Kommuna stuðlar við 5,5 milliónum. 

Restin kemur frá trimum donskum grunnum. 

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður víst á, at Listasavnið hevur fingið tilsøgn frá útlendskum grunnum um tilsamans 41 milliónir krónur.

 

Tvær tilsøgnir um 17 milliónir

Augustinus Fonden og Louis-Hansen Fonden hava givið tilsøgn um 17 milliónir hvør, og Villum Fonden hevur givið tilsøgn um sjey milliónir krónur.

Teir tríggir, donsku grunnarnir seta tó sum treyt, at landskassin eisini átekur sær ein part av fíggingini. 

Við játtanini úr landskassnum hevur Listasavnið fulla fígging til verkætlanini, og harvið kunnu pengarnir frá útlendsku grunnunum verða útgoldnir, stendur í lógaruppskotinum.

Listasavnið hevur fingið byggiloyvi og arbeiðið at umvæla og útbyggja savnið byrjar eftir ætlan í fyrsta ársfjórðingi næsta ár. Eftir ætlan er Listasavnið liðugt útbygt í 2028. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473