Tað snýr seg um at finna rætta sangin

Tað snýr seg um at finna rætta sangin
Beinta Haraldsen diskar til veitslur og í náttarlívinum, og sigur, at tað krevur fyrireiking at skapa góða lagið
 
12.12.2025 - 11:08

Tá Beinta Haraldsen diskar til eina veitslu, so fyrireikar hon seg væl áðrenn.

- Eg spyrji altíð fyrireikarar um aldursbólk, kyn og typir, bara so eg havi okkurt at ganga út frá, sigur Beinta og leggur afturat, at hon ofta kemur eitt sindur áðrenn borðhaldið er av fyri at merkja stemningin og hoyra felagssangin.

Sum diskari, so veitst tú ongantíð hvat fer at rigga, tí bara tí at okkurt fær dansigólvið at kóka í dag, merkir tað ikki, at tað eisini ger tað í morgin. Als ikki. Tá snýr tað seg um at taka tað róligt og finna vegin til tað, sum riggar í løtuni við hesum fólkunum.

Summir sangir rigga tó næstan altíð, og í morgunsendingini hesaferð spælir Beinta nakrar av teimum.

Lurta ella dansa við her

1782430

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221