Breiða tunnilssemjan tódnar

Breiða tunnilssemjan tódnar
Miðflokkurin bakkar út úr tunnilssemjuni, og Sambandsflokkurin er sera ivingarsamur. Tað eru eisini fleiri aðrar atfinningarsamar røddir bæði í samgongu og andstøðu
12.12.2025 - 19:25

Sambandsflokkurin er rættiliga ivingarsamur til tunnilssemjuna, tað er akkurát meiriluti í Fólkaflokkinum til semjuna og Miðflokkurin vil ikki stuðla tí, sum formaðurin kallar "abortsamgonguni", og vil tí ikki vera avgerandi atkvøðan fyri at fáa Suðuroyartunnilin ígjøgnum. 

- Eg vil siga sum er, at málið er ikki búgvið at taka støðu til, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Miðflokkurin tekur framvegis undir við Suðuroyartunlinum, men flokkurin tekur stuðulin aftur til Aksel V. Johannesen, nú fosturtøkulógin varð atkvødd ígjøgnum.

- Um valið stendur millum abortsamgonguna og Suðuroyartunnilin, so verja vit barnið, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

Atfinningar í samgonguni

Eisini í samgonguni eru atfinningarsamar røddir.

- Eg eri ikki samd við hasari tunnilsleiðini, sigur Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Ein annar limur í Tjóðveld, Erling Eidesgaard, er eisini sera atfinningarsamur. 

Framsókn hevur eisini verið atfinningarsamt móti Suðuroyartunlinum, og Uni Holm Johannesen, tinglimur í Javnaðarflokkinum, segði seg herfyri vera sera atfinningarsaman, og tað sama segði hann, tá ið vit prátaðu við hann í telefon í dag.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521