Mæla til at minka tollin á Primasnúsi

Mæla til at minka tollin á Primasnúsi
Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til at lækka tollin í 800 krónur fyri kilo. Hægri tollur á sigarettum skal fíggja lækkingina
Fíggjarmálaráðið vildi upprunaliga hava 2.000 kr. í tolli fyri Primasnús. Síðani er fíggjarnevndin biðin um at lækka tollin niður í 800 kr. fyri kilo.
 
15.12.2025 - 09:19

Meirilutin í fíggjarnevndini, øll uttan Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, mælir til at minka tollin á Primasnúsi í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum um toll fyri tubbak og snús. 

Fíggjarmálaráðið vildi upprunaliga hava 2.000 kr. í tolli fyri kilo av Primasnúsi.

Men tað hevur síðani biðið fíggjarnevndina lækka tollin. 

Og hann skal lækka niður í 800 krónur.

Fyri at fíggja hesa lækking, verður tollur á sigarettum hækkaður fimm oyru, sigur meirilutin í fíggjarnevndini.

Taks upplýsir, at 12.000 pakkar av primasnúsi vóru innfluttir í 2024. Hvør pakki er 100 gramm.

 

Skal fáa gildi 2. desember

Tollhækkingarnar komu í gildi longu 30. september.

Meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, at tær koma í gildi 2. desember.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum um tollhækking.

Teir siga, at hetta uppskotið fer at geva landskassanum nakrar milliónir krónur.

Men trupulleikarnir við snúsing og royking vera so at siga óbroyttir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439