VIDEO: Guðrið ger ikki somu plátuna tvær ferðir

VIDEO: Guðrið ger ikki somu plátuna tvær ferðir
"Eg royni at leggja meg eftir ikki at gera somu plátuna tvær ferðir," sigur Guðrið Hansdóttir, ið hevur samstarvað við Høgna Lisberg á plátuni "Sýrublað", sum kemur í vár
Bjarni Árting Rubeksen
17.12.2025 - 19:00

Sjeynda plátan hjá Guðrið Hansdóttir, "Sýrublað", kemur út í vár, og hon verður skilliga øðrvísi enn "Gult myrkur" frá 2022, ið annars vann heiðurin sum ársins útgáva á Faroese Music Awards hetta árið.

"Á 'Gult myrkur' legði eg meg tilvitað eftir, at útsetingarnar av tónleikinum skuldu vera so akustiskar og einfaldar sum gjørligt, so eg kundi fara út og framføra sangirnar á henni einsamøll við einum gittara. Ofta, tá tú fert í studio at taka upp, so verða sangirnir undirdíktir við ljóðførum, sýnt-ljóðum og øðrum, og so endar tað við, at tú ikki fært spælt helvtina av sangunum á plátuni live. Á 'Sýrublað' eri eg farin beint øvuta vegin aftur. Eg vildi hava bass og trummur innaftur í ljóðmyndina, og sleppa at groova og hava tað stuttligt aftur."

 

LES EISINI: Guðrið spælisjúk á nýggjari plátu

 

Skuldi ikki yvirframleiðast

Guðrið er eisini sera tilvitað um ikki at gera somu plátu tvær ferðir. 

"Tí hevði eg eisini hug at arbeiða saman við nýggjum fólkum á hesari plátuni. Mær dámdi øgiliga væl tað, ið Høgni Lisberg hevði framleitt fyri Døgg Nónsgjógv á plátuni 'Døggfallin'. So eg spurdi Høgna, um hann var áhugaður at arbeiða saman við mær á hesari plátuni."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

"Sýrublað" er upptikin í nýggja upptøkuhølinum hjá Høgna Lisberg við Gøtugjógv. 

Guðrið vildi eisini hava plátuna at ljóða ráa og spælda - tað vil siga, at mann skal hoyra, at tað eru verulig fólk, ið spæla. 

"Plátan skuldi ikki yvirframleiðast, og vit hava valt tær upptøkurnar, ið kennast best, heldur enn tær, ið eru mest lýtaleyst spældar ella sungnar."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Morgunlestur leygardagur 14.februar 2026
203861
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115