Bíligari grundstykki í Sunda kommunu

Bíligari grundstykki í Sunda kommunu
Hóast kommunan hevur havt grundstykki tøk, hevur verið torført at selt tey
Bæði byggibúgvin og ikki byggibúgvin grundstykki verða nú bíligari í Sunda kommunu.
 
17.12.2025 - 08:33

Byggibúgvin grundstykki í Sunda kommunu verða 300 krónur bíligari fyri fermeturin.

Tað hevur býráðið í Sunda kommunu samtykt.

Grundstykkini kosta nú 795 kr. fyri fermeturin. Tey fara niður í 495 kr. fyri fermeturin.

Grundstykki, sum ikki eru byggibúgvin, verða eisini bíligari. Tey fara úr 200 krónum niður í 150 krónur fyri fermeturin.

Sunda kommuna sigur á heimasíðuni, at hóast hon hevur havt tøk grundstykki, so hevur seinastu árini verið torført at selt tey.

Býráðið hevur tí samtykt eftir tilmæli frá umsitingini at lækka grundstykkjaprísin.

Øll tøk grundstykki hjá kommununi verða lýst alment til sølu fyri nýggju ásettu prísirnar á heimasíðuni hjá kommununi og hjá Skyni 5. januar kl. 15.00.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928