Søguliga lág toskakvota í Barentshavinum

Søguliga lág toskakvota í Barentshavinum
Føroysk skip kunnu fiska 3034 tons av toski í norska partinum av Barentshavinum næsta ár. Toskakvotan lækkar 876 tons í avtaluni við Norra, sum varð undirskrivað í gjár
Emerald og Gadus, her avmyndað í Båtsfjørðinum, eru tvey av skipunum, sum dúva uppá toskakvoturnar í Barentshavinum. Hini eru Akraberg og Enniberg.
 
20.12.2025 - 18:23

Lága toskakvotan í Barentshavinum, sum Norra og Russland samdust um í vikuni, sæst nú aftur í fiskiveiðiavtaluni, sum Føroyar og Norra undirskrivaðu í gjár.

Føroysk skip kunnu fiska 3034 tons av toski og 1172 tons av hýsu í norskum sjógvi næsta ár. Harumframt kunnu føroysk skip hava 425 tons av upsa sum hjáveiðu.

Tilfeingis- og vinnumálaráðið upplýsir, at síðstu árini er nøgdin av toski, sum Føroyar hava fingið í avtaluni við Norra, ikki lækkað lutfalsliga líka nógv sum heildarkvotan í Barentshavinum. Men í ár hevði Norra tó minni tosk at lata, og tí lækkar føroyska toskakvotan nakað meira enn heildarkvotan, sigur ráðið í tíðindaskrivi.

Í galdandi fiskiveiðuavtalu millum Føroyar og Norra kunnu føroysk skip fiska 3910 tons av toski og 980 tons av hýsu í norska partinum av Barentshavinum.

Við avtaluni, sum varð undirskrivað í gjár, lækkar toskakvotan tí 876 tons, meðan hýsukvotan hækkar við 192 tonsum. 

Føroyska toskakvotan í avtaluni við Norra næsta ár verður tí bara 78 prosent av kvotuni í ár. 

Afturfyri kunnu norsk skip fiska smá 2500 tons av makreli í føroyskum sjógvi næsta ár. Norska makrelkvotan lækkar 48 prosent, og fylgir tí lækkingini í heildarkvotuni. Eisini kunnu norsk skip fiska 2100 tons av longu og blálongu, 1800 tons av brosmu og 600 tons av øðrum botnfiskasløgum.

 

Søguliga lág toskakvota

Samlaða toskakvotan í Barentshavinum er ásett til 285.000 tons næsta ár. Tað eru 16 prosent lægri enn í ár. So lítil hevur kvotan ikki verið síðani 1991. Norra og Russland býta kvotuna nærum helvt um helvt. 

Samlaða hýsukvotan hækkar tó 18 prosent, og verður 153.000 tons næsta ár. Eisini her býta Norra og Russland nærum helvt um helvt.

Sambært landsstýrismanninum í tilfeingis- og vinnumálum byrja fiskiveiðusamráðingarnar við Russland fyrst í næstu viku.

Í ár kunnu føroysk skip fiska 7445 tons av toski, 1000 tons av hýsu, 900 tons av flatfiski og 4000 tons av rækju í russiskum sjógvi.

Taka vit sum dømi, at føroyska toskakvotan í avtaluni við Russland lækkar í sama prosent-lutfalli sum í avtaluni við Norra, so kemur føroyska toskakvotan í russiska partinum av Barentshavinum niður á 5777 tons.

Í sofall fer samlaða toskakvotan hjá føroyska Barentshavsflotanum niður um 9000 tons næsta ár. Tað eru 2500 tons minni enn í ár. Í ár hava føroysk skip 11.355 tons av toskakvotu í Barentshavinum.

Tað hevur gingið skjótt niður á bakka við toskastovninum í Barentshavinum, har samlaða kvotan sum nevnt er søguliga lág næsta ár, einans 285.000 tons.

Fyri bara fimm árum síðani, í 2021, mettu Norra og Russland tað vera ráðiligt at fiska 885.000 tons av toski í Barentshavinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297