Morten Bødskov leggur frá sær

Morten Bødskov leggur frá sær
Avgerðina tók danski løgmálaráðharrin, Morten Bødskov, eftir eitt samráð í fólkatingsins rættarnevnd fyrrapartin
Morten Bødskov sigur, at falska frágreiðngin varð givin fyri at verja nevndarlimirnar
 
10.12.2013 - 15:07

Morten Bødskov avgjørdi at leggja frá sær í somu løtu sum Eindarlistin, ið er politiska grundarlagið undir stjórnini, boðaði frá, at flokkurin hevur ikki longur álit á løgmálaráðharranum.

Morten Bødskov hevur verið í politiskum ódnarveðri seinastu tíðina, tí hann í februar í fjør gjørdi av, at limirnir í fólkatingsins rættarnevnd skuldu ikki vitja á Christiania.

Frammanundan hevði fregnartænastan hjá løgreluni, PET, mett, at vitjanin var ov vandamikil, tí fyrrverandi forkvinnan í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, eisini ætlaði sær við.

Følsk frágreiðing

Men upplýsingarnar um vandan vórðu ikki latnar nevndini. Í staðin góvu Morten Bødskov og táverandi forkvinnan í rættarnevndini, Anne Baastrup, nevndini falska frágreiðing, um at vitjanin varð avlýst, tí tað barst løgregluovatsanum í Keypmannahavn frá at vera við.

Morten Bødskov segði í samráðnum í rættarnevndini fyrrapartin, at henda frágreiðingin varð givin fyri at verja nevndarlimirnar.

Falska frágreiðingin hevur við sær, at Eindarlistin hevur mist álitið á Morten Bødskov, sum nú hevur lagt frá sær sum løgmálaráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523