Dómarin kemur við niðurstøðu fríggjadagin

Dómarin kemur við niðurstøðu fríggjadagin
Málið um umvalið í Runavíkar kommunu er so serstakt og prinsipielt, at dómarin bað um umhugsanartíð
Frá kommunuvalinum í Runavík í november í fjør. Spurningurin um umval er nú endaður í rættinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.01.2026 - 13:26

Eingin avgerð verður tikin í sakarmálinum, sum býráðslimir í Runavíkar kommunu hava reist móti Fíggjarmálaráðnum, fyrr enn fríggjadagin.

Málið er so mikið serstakt og prinsipielt, sigur dómarin, sum eftir dómsviðgerðina fyrrapartin bað um umhugsanartíð til fríggadagin at koma við niðurstøðu, um stevningin skal hava steðgandi virknað.

Fimm býráðslimir í Runavík, teirra millum borgarstjórin og varaborgarstjórin, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, sum nú umsitur kommunumál.

Málið var viðgjørt í rættinum fyrrapartin.

Býráðslimirnir vilja hava avgerðina hjá táverandi Løgmálaráðnum um at ógilda kommunuvalið og lýsa umval strikaða.

Í fyrstu atløgu skal Føroya rættur taka støðu til, um stevningin hevur steðgandi virknað.

Tað vil siga, at umvalið, sum er lýst at vera týsdagin í næstu viku, ikki verður hildið, fyrr enn málið er endaliga avgjørt hjá dómsvaldinum. 

Men niðurstøðan kemur ikki fyrr enn fríggjadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523