Dagsins maður um stuðulin: Vit mugu geva teimum alt aftur

Dagsins maður um stuðulin: Vit mugu geva teimum alt aftur
- Vit føla, at vit mugu geva teimum alt aftur, sum vit kunnu, og tað er tað, vit royna á vøllinum, segði Pauli Jacobsen um stuðulin frá fjepparunum eftir søguligan stórsigur
18.01.2026 - 19:26

 - Pauli, Pauli, Pauli, Pauli...

Rópini frá túsundtals føroyskum viðhaldsfólkum hoyrdust so hvørt sum liðskiparin, Pauli Jacobsen, hálaði eina bjarging fyri og aðra eftir upp úr hattinum í Unity Arena í Oslo.

Um føroyski málverjin ikki longu hevur skrivað undir við nýtt felag, so fær hann neyvan ilt við at fáa tilboð eftir heili 16 bjargingar upp á 37 montonegrinskar skotroyndir. Tað gav honum heiðurin sum dagsins maður hjá EHF.

 - Tað er púra svakt. Tú fært eyka orku og sjálvsálit, tá tú kemur inn her og sleppur at umboða eina tjóð, sum kemur allan vegin her til fyri at stuðla okkum. Vit føla, at vit mugu geva teimum alt aftur, sum vit kunnu, og tað er tað, vit royna á vøllinum allatíðina, segði Pauli Jacobsen eftir dystin.

Risastóru skjúttarnir hjá Montenegro skutu heili 40 mál ímóti Slovenia fríggjadagin, men teir fingu ikki góðar arbeiðsumstøður ímóti góða føroyska verju - og málmansspælinum, sum kanska var høvuðsorsøkin til søguliga EM-sigurin hjá Føroyum.

 - Vit vistu, at um vit fingu ein sigur, skuldi hann helst vera so stórur sum gjørligt, so møguleikarnir hjá okkum at koma víðari eru so góðir sum gjørligt. Tí høvdu vit allatíð tað í høvdinum, at um vit fingu momentum, skuldu vit píska tað allatíð og fara eftir at vinna so stórt sum gjørligt. Vit spæla ein konsentreraðamn og ekstremt góðan dyst, segði málverjin.

Tað eru neyvan fleiri meiningar um tað. Føroyar hava givið sær sjálvum góð kort á hondina undan síðsta umfari í bólkaspælinum týskvøldið, tá Slovenia er mótstøðulið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809