Fíggjarpolitiska regluverkið komið í tingið

Fíggjarpolitiska regluverkið komið í tingið
Uppskotið fevnir ikki um útreiðslur hjá kommununum, men bara hjá landinum
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt uppskot um fíggjarligt regluverk fyri tingið. Uppskotið fevnir bara um úreiðslur hjá landinum.
 
27.01.2026 - 14:41

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, er nú komin í løgtingið við einum uppskoti, sum hon hevur tosað nógv og leingi um, nevniliga fíggjarpolitiskt regluverk. 

Endamálið við uppskotinum er at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, soleiðis at útreiðslurnar vaksa í mesta lagi eitt prosent samanborið við útreiðslurnar undanfarna ár,  framskrivaðar við lønar-og prísvøkstri.

Uppskotið fevnir ikki um útreiðslurnar hjá kommununum, men bara um útreiðslurnar hjá landinum. 

Fíggjarmálaráðið sigur, at í fyrstu atløgu er ætlanin at fáa fyriskipanirnar at virka fyri landið. Arbeitt verður síðani víðari við, hvussu og nær alt tað almenna kann verða fevnt av fyriskipanunum um rakstur, inntøkur og løgur.

 

Útreiðslur skulu fíggjast

Í uppskotinum stendur, at tað er ikki beinleiðis krav um, at inntøkurnar til landskassan skulu vera so og so stórar. Men verður skatta- og avgjaldsgrundarlagið broytt við lóg, soleiðis at nettoinntøkurnar minka av teirri orsøk, verður munurin drigin frá í hámarkinum fyri, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa. 

Uppskot um t.d. skattalættar, hægri barnafrádrátt ella mvg-frítøkur skulu tí verða fíggjað við uppskotum um aðrar inntøkur, t.d. okkurt avgjald, ella við at lækka hámarkið fyri útreiðsluvøkstrinum, stendur í uppskotinum.

Uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk kemur til fyrstu viðgerð hósdagin.

Les uppskotið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985