- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarvirðisløn landsins, Heiðursgáva Landsins og Virðislønin til ungt listafólk 2011

Jóanes Nielsen, rithøvundur, fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Jóanes Nielsen hevur í meira enn 30 ár víðkað og ríkað føroyska bókmentapallin, og latið úr hondum yrkingasøvn, skaldsøgur, greinar og leikrit. Í 1984 fekk hann Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkingasavnið "Pinnabrenni til sosialismuna", og í 2002 fekk hann Nordisk Dramatikerpris fyri leikritið "Eitur nakað land week-end?". Fýra ferðir hevur hann verið innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Heiðursgáva Landsins var latin Kristiani Blak, sum seinastu 35 árini hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum, sum tónleikari, tónasmiður og útgevari og sum kveikjari og ráðgevi hjá føroyskum tónleikarum á veg út í heim. Kristian Blak fekk í 2002 virðisløn M.A.Jacobsens fyri mentanaravrik.Og sum nakað nýtt, var ein nýggj virðirsløn latin, "Virðisløn til ungt listafólk". Henda virðisløn er ætlað ungum listafólki sum kveikjan, stimbran og stuðlan. Virðislønin til ungt listafólk 2011 fekk 25-ára gamli, evnaríka skopuningurin, filmslistamaðurin Sakaris Fríði Stórá, fyri at hava sýnt serliga góð evni innan filmslist.Mentanarvirðisløn Landsins er kr. 150.000, Heiðursgáva Landsins kr, 75.000 og Virðislønin til ungt listafólk er kr. 50.000.Kringvarp Føroya sendi beinleiðis frá tiltakinum og sendingina hevur tú møguleika at hoyra her:Myndina hevur Birgir Kruse tikið.










