Stríðsval um tveir nevndarsessir í Starvsfelagnum

Stríðsval um tveir nevndarsessir í Starvsfelagnum
Fimm kvinnur stilla upp
Starvsfelagið hevur aðalfund 7. mars.
 
03.02.2026 - 08:39

Stríðsval verður um teir báðar nevndarsessirnar í Starvsfelagnum, sum skulu veljast á aðalfundinum 7. mars.

Fimm kvinnur stilla upp.

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk í Umhvørvisstovuni og Borgný Mohr í Almannaverkinum, sum eru í nevndini nú, stilla upp.

Og tað gera Ann Sigurdsdóttir Poulsen á Føroya Tele, Bjørg Jacosen á Taks og Tanya E. Joensen hjá Runavíkar kommuna eisini.

 

Valið byrjar 15. februar

Talgilda undanvalið byrjar 15. februar.

Nærri kunning um tað kemur seinni, sigur Starvsfelagið.

Til ber eisini at velja á aðalfundinum.

Tá vera eisini tiltakslimir valdir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650