Næmingar fegnast um at sleppa til orðanna

Næmingar fegnast um at sleppa til orðanna
- Tað er umráðandi sleppa til orðanna, siga teir 32 næmingarnir, sum tóku sæti á Ungdómstinginum í dag
Fotografur: Gestur Lómstein
03.02.2026 - 19:37

Miðalaldurin í løgtinginum var lægri í dag, tá næmingarnir í 8. og 9. flokkunum settu dagsskránna í tingsalinum.

Árliga Ungdómstingið, sum Løgtingið skipar fyri, var sett fyrrapartin í dag.

32 næmingar á framhaldsdeildunum úr sjey skúlum eru við í Ungdómstinginum.

Skúlarnir, sum eru við í ár eru Runavíkar kommunuskúli, Sandoyar Meginskúli, Tvøroyrar skúli, Skúlatrøð, Sørvágs skúli, Skúlin á Fløtum og Skúlin við Løgmannabreyt.

Á skránni í dag var fyrsta viðgerð og nevndarviðgerð av teimum níggju uppskotunum hjá næmingunum, sum snúðu seg um alt frá at seta aldursmark á nýtslu av snildtelefonum og sosialum miðlum til bíligari og betri atgongd til menstruatiónsvørur.

Øll uppskotini hjá næmingunum kunnu lesast her.

Endamálið við Ungdómstinginum er m.a., at ung gerast meira virkin í fólkaræðinum og samfelagskjakinum.

Tað er nevniliga gott at sleppa til orðanna, siga næmingarnir.

Vit eru jú partur av fólkinum, so vit eiga eisini at vera við í fólkaræðinum.

 Eva Sofía Rein, sum gongur í 8. flokki á Skúlanum á Fløtum

 

Í morgin skulu uppskotini hjá næmingunum til aðru viðgerð og til endaliga atkvøðugreiðslu.

Hoyr eisini samrøðu við tveir uppskotsetarar í útvarpstíðindunum á middegi.

Sí eisini myndir frá Ungdómstinginum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339