- Útbyggingin gevur nógvar nýggjar møguleikar

- Útbyggingin gevur nógvar nýggjar møguleikar
Tað sigur Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, nú savnið væntandi verður umvælt og útbygt í næstum.
Brim arkitektar hava teknað um- og útbyggingina av Listasavni Føroya
 
06.02.2026 - 13:56

Triðja viðgerð av um- og útbyggingini av Listasavni Føroya verður í Løgtinginum í næstum. Verður uppskotið samtykt, kann arbeiðið at nútímansgera Listasavnið skjótt byrja.

Fíggjarnevndin hevur mælt til at játta 24,3 milliónir krónur til arbeiðið. Tað fegnast Solveig Hanusardóttir Olsen, stjori í savninum um, tí tað hevur leingið trongt til umvælingar og útbyggingar:

- Serliga Listaskálin er í ringum standi. Mann hevur roynt at bøta um hann, men nú eru lappaloysnir ikki haldførar longur. Skálin er í so ringum standi, at antin noyddust vit steðga við at hava serframsýningar í honum, ella máttu vit hugsa nýtt. Tí fegnast vit um, at gongd vónandi skjótt kemur á arbeiðið við umvæling og útbygging av Listasavninum, sigur hon.

 

Fjórða "pyramidan", sum skal byggjast, er øðrvísi enn hinar tríggjar.

 

Skálin umvælast og tveir nýggir bygningar byggjast

Listasavnið er bygt í tveimum. Elsti parturin, Listaskálin, sum J. P. Gregoriussen arkitektur teknaði, er frá 1970. Nýggjasti parturin er frá 1993, og hann teknaði Palle Gregoriussen í samstarvi við danska arkitektin Niels Fridthiof Truelsen.

Arkitektarnir Palle Gregoriussen og Niels Fridthiof Truelsen, sum teknaðu bygningin frá 1993

 

Tað eru BRIM Arkitektar, sum í samstarvi við Listasavnið, hevur teknað um- og útbygginarnar av Listasavninum við støði í náttúruni rundan um savnið og verandi arkitekturi. J.P. Gregoriussen kláraði at síggja skitsutekningarnar til dagførdu verkætlanina og stuðlaði og tók undir við ætlanini, áðrenn hann andaðist í 2021.

 

Marita Petersen plantaði eitt træ, tá nýggi bygningurin í Listasavninum lat upp í 1993

 

Umvælingin og útbyggingin av Listasavni Føroya verður í trimum pørtum: Hølið til serframsýningar, Skálin, skal tryggjast og hava eitt neyðugt lyft, fasta framsýningin verður økt við einum sali ella "pyramidu", og so skal byggja eitt barnahús, ið verður karmur um skapandi virksemi og myndlistaskúla.

 

Listaskálin skal høvuðsumvælast við nýggjum taki, gólvi og klædningi.

 

Útbyggingin gevur nýggjar møguleikar
Síðani Listasavnið lat upp í 1970, er talið av vitjandi og av listaverkum vaksið nógv. Listaverkini eru eini 1000 fleiri í tali, og vitjanartalið er nærum trýfaldað. Krøvini til framsýningarumstøður eru eisini broytt nógv, og savnið má tí dagførast, so tað livur upp til nútímans krøv um eitt nú bjálving, luftvætu, goymsluumstøður og ljós:

- Søvn aðrastaðnis seta hægri krøv til framsýningarkarmar í mun til luftvætu, hitastýring, ljós og trygd, og Listaskálin kann ikki tillagast til hesi krøv. Tí má hann umvælast grundleggjandi, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Dagføringin hevur eisini við sær, at Listaskálin verður betri bjálvaður, fær nýtt tak og nýtt gólv, og at øll, eisini fólk í koyristóli, hava góða atgongd til framsýningarhølið. Dagføringin gevur eisini nýggjar møguleikar - eitt nú til at læna listaverk uttanlands:

- Tá umvælingin er framd, kunnu vit læna alskyns listaverk uttan úr heimi til Føroya, sigur Solveig Hanusardóttir fegin.

 

Ein glaskorridor skal byggjast millum barnahúsið og Listasavnið

 

Tørvur á einum skapandi og livandi barnahúsi
Tveir nýggir bygningar skulu byggjast. Ein fjórða "pyramida", sum verður øðrvísi enn hinar tríggjar. Hon verður í tveimum hæddum, hevur takterassu og framsýningarhølið verður myrkalagt. Eitt myrkalagt høli gevur møguleikar fyri at sýna fram ljóslistaverk og verk, ið ikki tola dagsljós. 

Eisini skal eitt barnahús byggjast við síðina av Listasavninum, har eini sethús standa í dag. Listasavnið er bygt uttan karmar til skúlatænastu, kreativan verkstað, myndaskúla og uttan nóg nógv ves og klædnagoymslu til børn og ung. Samstundis er talið av familjum og børnum, ið vitja savnið vaksið nógv, og tí er tørvur á einum barnahúsi, sigur Solveig:

- Vit eru sera takksom fyri, at nógv børn og barnafamiljur vitja savnið, og tí fegnast vit um, at eitt barnahús verður bygt. Har fáa vit karmar til at bjóða nógv spennandi tilboð og verkstovur til børn, ung og vaksin, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen.

Hon vónar, at játtan verður til at seta eitt fólk at skipa arbeiðið í barnahúsinum.

 

Spæliumstøður skulu gerast uttanfyri barnahúsið

 

Lurta eftir samrøðuni við Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóra á Listasavni Føroya.

 

1793538

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864