Nýggjar reglur um almenna bygging eru á veg

Nýggjar reglur um almenna bygging eru á veg
Eitt rundskriv um almennar byggiverkætlanir er á gáttini
Dømi um almenna byggiverkætlan, H-bygningurin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.02.2026 - 12:49

Eitt rundskriv um almennar byggiverkætlanir er á gáttini.

Í rundskrivinum verður gjørt greitt, hvørjar uppgávur og heimildir partarnir í byggiverkætlanum hava, og hvussu ábyrgdarbýtið er millum partarnar í byggiverkætlanum.  

Heimild er eisini fyri at skipa byggiverkætlanir á øðrvísi hátt og gera undantøk ella frávik frá rundskrivinum.  

Men semja er ikki um, hvussu rundskrivið skal orðast.

- Áðrenn rundskrivið verður lýst, fari eg tí at kalla politiska fylgibólkin saman aftur, so politisku sjónarmiðini vera endaliga umrødd, áðrenn víðari stig vera tikin, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í svari.

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, spurdi um almennar byggiverkætlanir.

Løgmaður sigur, at eftir eina løgtingssamtykt setti hann í 2023 gongd á arbeiðið at endurskoða skipanina um almennar byggiverkætlanir.

14 partar, bæði almennir og privatir, eru hoyrdir.

Teir eru ikki samdir.

Løgmaður setti eisini ein bólk við fólki úr øllum flokkum í løgtinginum.

Tað gjørdi hann, tí spurningurin um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast, er størri enn eitt samgongu-andstøðu mál, sigur hann. 

Broytingar eru neyðugar

Semja er í politiska fylgibólkinum um, at broytingar eru neyðugar.

Men semja er ikki um, hvørjar broytingar skulu gerast, sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.

Onkur heldur, at hvørt einstakt stjórnarráð skal vera byggiharri.

Onnur halda, at verandi skipan, har Landsverk er byggiharri, skal halda fram.

Men uppgávurnar hjá Landsverk skulu avmarkast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Mono 11 mars 2026
205486
Mikudag 11. mars
Fyrsta val 11. mars 2026
205479
Mikudag 11. mars
Orðaval #33: Ljóðsvinn
205476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363