Seria A: Andrias aftur eyðsýndur hjá Hellas Verona

Seria A: Andrias aftur eyðsýndur hjá Hellas Verona
Hellas Verona tapti um vikuskiftið 2-1 fyri Parma. Andrias Edmundsson stóð aftur sterkur í myndini, men ein útvísting í dystinum hevur vakt ans
Andrias Edmundsson í dysti fyri Hellas Verona
Mynd: Hellas Verona  
 
17.02.2026 - 14:33

Føroyski landsliðsmiðverjin, Andrias Edmundsson, spældi allan dystin, tá Hellas Verona sunnudagin tapti 2-1 í evstu løtu fyri Parma. Dysturin var nógv merktur av, at Hellas Verona fekk ein spælara útvístan longu aftaná 11 minuttir.

Andrias Edmundsson spældi sum vinstri miðverji av trimum. Longu aftaná fýra minuttir legði Adrian Bernabe heimaliðið Parma á odda. Tá 11 minuttir vóru spældir, fekk áleyparin úr Nigeria, Gift Orban, beinleiðis reytt kort.

Støðan hevur vakt stóran ans millum fótbóltsáhugaði, tí tað er ilt at fáa eyga á nakað, sum skal geva dómaranum, Luca Pairetto, eina orsøk at fara í reyvalumman eftir ostaskorpuni. Gift Orban og ein spælari hjá Parma vóru í hornatøkum og áleyparin hjá Hellas Verona vildi hava fríspark, men fekk tað ikki. Síðani kemur ein reaktión, sum ikki er óvanlig í fótbólti.

- Útvístur fyri at mótmæla eina dómaraavgerð. Sum ein myrkur spælari í Italia, kann eg ikki síggja burtur frá hvussu oftani vit blíva dømdir øðrvísi. Eg elski spælið og alt eg biði um, er rættvísi og virðing, skrivaði Gift Orban á X eftir dystin.

Hellas Verona megnaði tó at javna, tá sami dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Abdou Harroui umsetti til mál. Síðani var spæl upp á eitt mál. Parma trýsti, meðan Andrias Edmundsson og verjan hjá Hellas Verona royndi at standa ímóti.

Fyri at síggja ein samandrátt av dystinum, trýst HER

Føroyski miðverjin stóð sterkur í myndini í verjuspælinum. Eitt skifti stutt fyri dystarenda stútar hann bóltin tríggjar ferðir vekk av vandaleið. Teir knapt 18 túsund áskoðararnir á Stadio Enni Tardini fingu tó eina gleðisstund í yvirtíðini. Tá eydnaðist Mateo Pellegrino at skalla eitt innlegg í mál og tryggja Parma sigurin.

Hellas Verona liggur aftast í Seria A við 15 stigum. Teir spæla aftur fríggjakvøldið á útivølli móti Sassuolo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Mánadag 16. mars
Góðan morgun Føroyar
205668
Mánadag 16. mars
Morgunlestur mánadagur 16.mars 2026
205616
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622