Dagsins maður: Spæla væl frá byrjan til enda

Dagsins maður: Spæla væl frá byrjan til enda
- Vit spæla ein góðan dyst frá byrjan til enda, helt dagsins maður hjá H71 Høgni Heinason, eftir at hoyvíkingar høvdu smurt Kyndil av í steypafinaluni
21.02.2026 - 23:29

Avrikini á H71-liðnum vóru øll góð, tá hoyvíkingar vunnu steypafinaluna á Kyndli við heili níggju málum.

Brian Slyne spældi við hjartanum uttaná, meðan Jákup Egholm var ísakaldur við teimum mongu málunum úr sjey metrum.

Dagsins maður var kortini Høgni Heinason, sum skeyt 10 mál og frá byrjan gekk fremstur í frálíka avrikinum hjá hoyvíkingum, sum endurvunnu steypakappingina.

 - Vit spæla ein góðan dyst frá byrjan til enda. Tað gekk eftir planini hjá okkum, segði bakkurin eftir dystin við Tjarnir.

LES EISINI: Kyndil og H71 fóru við steypunum

H71 legði seg framum, tá seks minuttir vóryu spældir, og eftir hetta megnaði Kyndil ikki at fylgja við, hóast teir fegnir vildu. Seks mál vóru á muni í steðginum, og tá tímin var liðugt spældur stóð 37-28 á máltalvuni.

 - Tað er altíð stuttligt at vinna við Tjarnir. Ordiliga gott, staðfesti bakkurin.

 


Høgni Heinason var flúgvandi í steypsigrinum á Kyndli. Her er hann sloppin framvið Róki Akralíð og skjýtur eitt av sínum 10 málum í finaluni við Tjarnir. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846