Rørd Bjarta eftir síðstu steypafinaluna: - Hetta var nakað serligt

Rørd Bjarta eftir síðstu steypafinaluna: - Hetta var nakað serligt
Bjarta O. Johansen spældi sína síðstu steypafinalu, og eina løtu sá út til, at hon mátti gevast vegna skaða. Hon kom kortini inn aftur, og átti sín stóra lut í enn einum gulli
21.02.2026 - 23:00

Hon óttaðist kanska tað ringasta, tá hon mátti út við skaða í hondini stutt fyri steðgin í steypafinaluni ímóti VÍF.

Bjarta O. Johansen hevur verið ímyndin av krútsterka og stríðshugaða kyndilsliðnum saman við Turið Arge Samuelsen síðstu nógvu árini, men hetta var hennara síðsta steypafinala yvirhøvur.

Tað visti hon frammanundan, og tað var kanska júst tí, at hon legði somikið nógv fyri at koma aftur á vøllin at gera arbeiðið liðugt ímóti vestmenningum.

 - Nú blívi eg rørd, líkasum ávaraði hon. 

 - Hetta var eitt sindur serligt, tí hetta var mín síðsta steypafinala, so eg eri ordiliga glað beint nú. Tað eru ikki øll, sum sleppa at uppliva at spæla steypafinalur, men tá eg fari inn til dystin í dag, veit eg, at hetta er mín síðsta. So tað er ordiliga stuttligt at fáa gullið einaferð afturat, segði strikuspælarin.

LES EISINI: Kyndil og H71 fóru við steypunum

Landsliðsspælarin, sum bert spælir hetta kappingarárið afturat, skeyt sjálvt fýra mál í trygga 29-26 sigrinum á VÍF. Hóast bert trý mál vóru á muni, var sigurin ongantíð í vanda. 

 - Eg haldi, at vit eru totalt omaná allan dystin í dag, og har eru nógvar hjá okkum, sum traðka í karakter. Asta (Sofía F. Hansen, blaðm) er fantastisk úti á vonginum. Gylta (á Neyastabø, blaðm.) stendur ein góðan dyst, og allar traðka til. Tað er ræðuliga stuttligt at vera á einum liðið tá, segði Bjarta O. Johansen.

 


Bjarta Osberg Johansen spældi sína síðstu steypafinalu fyri Kyndil, og stríðskvinnan gav alt, hon átti, hóast hon fekk ein pínufullan snudd í hondina fyri steðgin. (Mynd: Bárður Lydersen)
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262