2.000 bústaðir aftrat kunnu linka prístrýstið

2.000 bústaðir aftrat kunnu linka prístrýstið
Greining hjá Deloitte skjalprógvar, at bústaðarprísirnir seinastu 10 árini eru tvífaldaðir
Útstykkingarætlanir hjá teimum tíggju størstu kommununum næstu trý árini vísa, at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja okkurt um 2.000 bústaðir fyri 2030. (Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)
 
23.02.2026 - 08:06

Ætlanin hjá landsstýrinum um at byggja 2.000 bústaðir fyri 2030 kann vera nóg mikið til at fáa bústaðarmarknaðin í fasta legu og minka varandi prístrýstið.

Tað sigur greining, sum Deloitte Economics hevur gjørt fyri Tórshavnar kommunu, LÍV, Betri banka, Føroya arbeiðsgevarafelag og Føroya handverksmeistarafelag.

Greiningin skjalprógvar, at bústaðarprísirnir seinastu 10 árini eru tvífaldaðir.

Og útboðið hevur í nógv ár ikki megnað at fylgt eftirspurninginum. 

Útstykkingarætlanir hjá teimum tíggju størstu kommununum næstu trý árini vísa, at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja okkurt um 2.000 bústaðir fyri 2030.

 

Langtíðar bústaðarpolitikkur krevst

Men greiningin vísir eisini, at skulu 2.000 bústaðir gerast, krevst ein langtíðar og samanhangandi bústaðarpolitikkur, sum verður framdur við samskipaðari átaksætlan, ikki minst í kommununum. 

Krøvini eru: skjótari avgreiðsla og mannagongdir um ætlanir og góðkenning, sum ber til at síggja frammanundan, byggibúgvið øki, greið raðfesting millum tættari býarmenning og sethúsaøki og tætt samstarv millum almennar og privatar aktørar.

Uttan hetta er vandi fyri, at ætlanin um 2.000 bústaðir verður verandi eitt politiskt mál og ongantíð gerst veruleiki.

Greiningin um bústaðarmarknaðin verður almannakunngjørd á seminari í Finsen fyrrapartin í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817