Bátar rógva út við ongum fiskiloyvi

Bátar rógva út við ongum fiskiloyvi
Bátar í bólki 5 skulu hava fiskiloyvi, um teir reka vinnuligan fiskiskap og avreiða, sigur Vørn
Umsøkjarin skal vissa seg um, at loyvið er avgreitt, áðrenn farið verður til vinnuligan fiskiskap, sigur Vørn. (Savnsmynd)
 
24.02.2026 - 11:22

Tað kemur meira enn so fyri, at ringt verður til Vørn og boðað frá, at bátar hava verið til útróðrar og ætla sær at avreiða, hóast einki fiskiloyvi er givið.

Bátar í bólki 5 skulu hava fiskiloyvi, reka teir vinnuligan fiskiskap og avreiða, sigur Vørn. 

Og tað er ikki nóg mikið bara at senda umsókn um fiskiloyvi og gjalda fyri loyvið.

Umsøkjarin skal vissa seg um, at loyvið er avgreitt, áðrenn farið verður til vinnuligan fiskiskap, ger Vørn vart við.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392