VIDEO: Her verður Messias framført í myrkri eftir streymslit

VIDEO: Her verður Messias framført í myrkri eftir streymslit
Áhoyrarar fingu eina heilt serliga uppliving og tey framførandi eina trupla, óvæntaða uppgávu í Vesturkirkjuni sunnudagin. Streymurin fór, júst sum Halleluja-kórið hjá Händel varð framført
Magnus Hansen
Soleiðis sá út í Vesturkirkjuni seinnapartin sunnudagin, tá jólaoratoriið varð framført, og verkið mátti framførast í bølamyrkri, tá ljósið fór. Sí video her
16.12.2013 - 09:52

- Tað var ein serlig uppliving at uppliva verkið soleiðis. Hetta havi eg ikki sæð áður, sigur Magnus Hansen. Hann sat á loftinum í Vesturkirkjuni, tá streymurin fór stutt fyri klokkan seks sunnukvøldið. Hann hevur eisini sjálvur verið við í framførsluni okkurt árið.

Sí videoupptøkuna omanfyri her

Framførslan av Messias hjá Händel í Vesturkirkjuni sunnudagin gjørdist ikki sum kórið og orkestrið ella áhoyrarnir í kirkjuni høvdu væntað - als ikki, tá saman um kom. Konsertina fara tey helst at minnast leingi.

Fartelefonir og kertuljós upplýstu nótarnar

Tá verkið Messias var komið umleið í helvt, fór streymurin í Vesturkirkjuni og tað gjørdist bølamyrkt í kirkjuni. Hóast streymslitið helt kirkjukonsertin fram eftir ein lítlan steðg, men við einum øðrum dámi í myrkaløgdu Vesturkirkjuni.

- Tað var ein avbjóðing hjá tónleikarum og sangarum, at framføra verkið í bølamyrkri. Fartelefonir og kertuljós vórðu brúkt, so kór og orkestur kundu síggja nótarnar, sigur Magnus Hansen, ið gjørdi videoupptøkuna her.

Presturin í kirkjuni helt fyri, at kirkjufólkið kundi syngja nakrar sálmar, meðan orkestrið og kórið fekk riggað til aftur. Kirkjufólkið sang tveir jólasálmar, og framførslan av Messias kundi halda fram - í ljósglæmunum frá fartelefonum og kertuljósum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635