Málini detta ikki burtur fyrr enn valdagin

bannari
Málini detta ikki burtur fyrr enn valdagin
Løgtingið hevur fullar heimildir til at viðgera mál fram til valdagin
Eisini í heilt serligum førum kann løgtingið viðgera mál, sum hava bráðskund og ikki tola at bíða, heilt fram til nýggja tingið er sett. 
 
02.03.2026 - 07:57

Hóast løgtingsval er ásett at vera 26. mars, detta málini, sum eru í tinginum, ikki burtur fyrr enn sjálvan valdagin.

Løgtingið skrivar á heimasíðuni, at vanliga heldur alt vanligt tingarbeiði uppat, tá val er útskrivað.

Bara mál, sum neyðugt er at viðgera, vera viðgjørd.

Løgtingið hevur fullar heimildir til at viðgera mál fram til valdagin. 

Tí er einki til hindurs fyri, at løgtingið, eftir at løgmaður hevur skrivað út val, kemur saman til at viðgera mál, sum ikki kunnu bíða, til nýggja tingið tekur við.

Eisini í heilt serligum førum kann løgtingið viðgera mál, sum hava bráðskund og ikki tola at bíða, heilt fram til nýggja tingið er sett. 

Nývalda tingið kemur saman til fundar kl.10.00 tólvta yrkadagin eftir løgtingsvalið, uttan so at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar. 

Tólvti yrkadagur eftir komandi løgtingsval er mánadagin 13. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985