Bretskir rógvarar stríðast ímóti homophobia... naknir

Bretskir rógvarar stríðast ímóti homophobia... naknir
Sjálvt um veturin er komin, eru flottu dreingirnir úr róðrarfelagnum hjá University of Warwick aftur í ár fúsir at stilla seg naknar framman fyri myndatólinum og pose’a fyri einum góðum endamáli.
17.12.2013 - 12:00

Á Tumbrl hjá myndamanninum, Angus Malcolm, ber til at síggja stuttligu “behind the scenes”-myndirnar, tá ið bretsku rógvararnir verða avmyndaðar til árliga nektarkalendaran. 

 

Rógvararnir úr róðrafelagnum hjá University of Warwick hava í fimm ár á rað gjørt slíkar kalendarar, har teir vísa teirra tign og stoltleika. Kalendararnir skulu virka sum eitt slag av pengainnsavning til stríði ímóti homophobia og skulu varpa ljós á trupulleikan.

 

Í fjør vóru kalendararnir útseldir eftir bert fáar dagar, og keyparar vóru úr fjøriti ymiskum londum. Í ár er einki øðrvísi, og nektarmyndirnar, ið longu hava ferðast runt allastaðni á alnótini, fara allarhelst aftur at selja sum heitt breyð.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.