FMA2026: Skonkt er upp til ta stóru tónleikaveitsluna

FMA2026: Skonkt er upp til ta stóru tónleikaveitsluna
Klokkan 20 fer ársins tónleikaveitsla, FMA, av bakkastokki í Norðurlandahúsinum. Alt er klárt og skonkt er upp, og tú kanst fylgja við bæði her á heimasíðuni og í sjónvarpinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 19:30

Reyða langmottan er rullað út frammanfyri Norðurlandahúsið í kvøld, nú ársins bestu tónleikaavrik skulu kjósast. 

13 heiðurslønir skulu handast, og seks nøvn, ið hava gjørt vart við seg í 2025, skulu framføra. 

Kringvarp Føroyar vísir FMA í sjónvarpinum, og tú kanst fylgja við her á heimasíðuni og á okkara sosialu miðlum, Facebook og Instagram. 

Lagt er upp til eitt ordiliga brak av einum kvøldi, har tit hyggjarar eisini verða kunnaðir um, hvat røri seg í umfatandi føroyska tónleikapallinum. 

Her eru øll tey tilnevndu: FMA 2026: Tilnevningarnar


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666