Vágskálin: Meistarlig frásøgn um egnan sjúkutilburð

Vágskálin: Meistarlig frásøgn um egnan sjúkutilburð
Ummælararnir vóru hugtiknir av hjartanemandi og speisku frásøgnini, ið Tóroddur Poulsen hevur skrivað sum ein langan brotprosatekst um egnan sjúkutilburð í "Sláttrir"
Tóroddur Poulsen hevur ein hvassan penn, eisin tá hann yrkir um egnan sjúkutilburð í "Sláttrir"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.03.2026 - 19:29

Seinni partur av yrkingasavninum "Sláttrir" eftir Tórodd Poulsen er serligur, tí hann lýsir, hvussu yrkjarin svímar heima, krýpur eftir gólvinum í sjey tímar og verður lagdur inn á sjúkrahús at fáa kvikil í bringuna

Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð ummæltu "Sláttrir" í Vágskálini seinast, og tey vóru hugtikin av teirri hjartanemandi og speisku frásøgnini, ið Tóroddur hevur skrivað sum ein langan brotprosatekst.

 

Meistarlig frásøgn

Meðan yrkjarin krýpur eftir gólvinum, hugsar hann bæði um ævinleikan og alskyns hendingar í barndóminum, og hann biður eisini mammu sína um hjálp, hóast hon langt síðan er deyð. 

Ein granni hoyrir neyðarrópini, og eg-persónurin verður við sjúkrabili koyrdur á sjúkrahús. Har verður hann lagdur undir skurð, og av tí, at hann er lokaldoyvdur, fær hann alt við, sum hendir á sjúkrastovuni. 

Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda frásøgnina vera meistarliga frágingna. Teimum dámar eisini væl fyrra part av savninum, har yrkjarin spælir sær við andsagnum, reikar millum dreym og vøku og ofta leggur dent á tað, sum ikki varð. 

Uni Arge leggur Vágskálina tilrættis. 

 

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudag kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

1799864

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846