60 ár síðani at "Útvarpskórið" var sett á stovn

60 ár síðani at "Útvarpskórið" var sett á stovn
12. mars 1966 hevði Útvarpskórið, ið seinni bleiv til Havnarkórið, sína fyrstu konsert.
Útvarpskórið í 1969
 
12.03.2026 - 13:04

Í ár fyllir Havnarkórið 60 ár. Kórið, ið upprunaliga æt Útvarpskórið, varð stovnað 24. januar 1966, og fyrsta konsertin var 12. mars 1966.  

Kórleiðari frá byrjan var tann framtakshugaði Ólavur Hátún, og hann stjórnaði kórinum heilt fram til í 2014, tá Leif Hansen tók við sum kórleiðari.

 

Útvarpskórið verður til Havnarkórið

Eftir fáum árum broytti kórið navn til Havnarkórið, og við Ólavi Hátún sum dirigenti menti kórið sítt eyðkenda ljóð og serkenda stíl. Kórið legði seg frá byrjan eftir at víðka um føroyska sangtilfarið, sum tá var rættiliga siðbundið,. Hetta við at fáa til vega kórsatsir úr norðurlendskum og meginevropeiskum uppruna. Á tann hátt hevur kórið helst gingið á oddan og veitt íblástur til menning av nútímans kórtónleiki í Føroyum.

 

Havnarkórið framførir Messias hjá Händel í 2015

 

Havnarkórið hevur framført fleiri stór tónaverk, og er serliga "Messias" eftir Händel at kalla samlíkt við Havnarkórið, eins og "Jólaoriatoriið" eftir J.S. Bach og "Skapanina eftir" Joseph Haydn hava verið á skránni.

Uttanlandsferðirnar hava verið nógvar. Kórið hevur eitt nú verið á palli í "Carnegie Hall" í New York og "Die Goldenen Saal" í Wien. Harumframt hevur kórið verið við á fleiri kórstevnum í Norðurlondum, í Eysturríki og í Fraklandi.

Av útgávum eiga at verða nevndar "Kór og Kvæði", "Blátt", saman við Tórshavnar Kamarkóri, og "Havnarkórið 45 ár", ið er tvífløga, har onnur fløgan inniheldur meginpartin av føroysku Holmboe-satsunum, sum hava verið sungnir gjøgnum árini.

Á heysti 2014 tók Leif Hansen við sum kórleiðari, og kórið leggur seg í dag serliga eftir at hava konsertir við stórum verkum - eisini saman við orkestri. 

 

Lurta eftir samrøðu við Leif Hansen, kórleiðara, har hann greiðir frá um upprunan, søguna og visiónirnar hjá Havnarkórinum.

 

1800399

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436