Røðan setti hol á

17.03.2026 - 10:25
Innlendis›Heilsa
Røðan setti hol á
Tá Linda Kølleskov setti seg niður at skriva eina røðu, sum skuldi haldast í Europatinginum í Brússel, var tað fyrstu ferð hon setti orð á nøkur sera persónlig viðurskifti

- Eg hugsaði við mær sjálvari, at kanska var tað tíð uppá, at eg setti hol á hesa byldina, sigur Linda Kølleskov, sum í januar var boðin niður til Brússel at siga eitt sindur um, hvussu tað er at liva við typu 2 diabetes.

Áðrenn hetta vóru tað bara nøkur heilt fá fólk, sum vistu, at Linda hevði hesa sjúku, tí hon hevur eitt ávíst stigma við sær.

Linda hevur meira enn eina kroniska sjúku, so hon hevur fleiri ferðir upplivað at taka ímóti einari nýggjari diagnosu, men tann truplasta at góðtaka var typu 2 diabetes.

- Fólk seta hesa sjúkuna í samband við at tú livir ósunt, og at tú ikki livir rætt, tí tú etur ikki rætt og rørir teg ov lítið. At tú hevur typu 2 diabetes tí tú gert so og so. Men tað havi eg ikki. Tað er ikki orsøkin til mína sjúku, sigur Linda og leggur afturat, at hon tók tað sum eitt persónligt niðurlag, at heilivágurin hon royndi, ikki riggaði.

Tað var ikki, fyrr enn hon var boðin til Brússel at halda eina røðu í Europatinginum um tað at liva við typu 2 diabetes, at hon setti orð á, hvussu hon sjálv hevði tað við sínari diagnosu, og tá hon visti, at hon ikki kendi nakran, sum skuldi hoyra røðuna, ja so setti hon seg at skriva.

Røðan gjørdist somikið góð, at hon gjørdist snúningsdepilin á fundinum, og er nú aftaná eisini partvís útgivin í tíðindabrævi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096