Føroyskur skipari: Eiga at sleppa at velja á Vanganum

Føroyskur skipari: Eiga at sleppa at velja á Vanganum
Emil Nolsøe og sjey aðrir føroyingar á grønlendskum skipi sleppa ikki at velja, og brævatkvøðurnar hjá teimum fara tí fyri skeytið
Emil Nolsøe sigur, at teir hava gott netsamband, og tí átti at borið til at atkvøtt talgilt.
 
17.03.2026 - 12:20

Nú valið av álvara stundar til, eru sjómenn, sum vóru farnir avstað, tá valið var útskrivað, og tí ikki fingu brævatkvøtt, áðrenn teir fóru.

Nakrir teirra eru í tí støðu, at teir koma ikki aftur í havn, fyrr enn valið hevur verið, ella tá tað er ov seint at velja.

Ein teirra er Emil Nolsøe, skipari á grønlendskum skipi, sum saman við sjey øðrum føroyingum, er júst í nevndu støðuni.

Tí fara atkvøðurnar hjá teimum fyri skeytið, sjálvt um teir fegnir vildu sloppið á val.

 


Emil Nolsøe.

 

Emil Nolsøe heldur, at teir áttu at sloppið at valt á Vanganum.

Men sambært Hilmari Høgenni, deildarstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, er einki at gera.

Lógin sigur, at brævatkvøðan skal vera fysisk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

17032026_Emil_um_braevatkvodu

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040