Løgtingsvalið: Tey ungu ivast

Løgtingsvalið: Tey ungu ivast
Nýggj veljarakanning vísir, at serliga tey ungu eru í iva um, hvønn tey skulu velja til løgtingsvalið
Símun Waag
23.03.2026 - 23:58

Fimti hvør millum 18 og 29 ár veit ikki, hvar krossurin skal setast til løgtingsvalið hósdagin.

Politikarar vilja so nógv, so tað er torført hjá ungdóminum at vita júst hvat, hvørt valevni stendur fyri.

Tað siga fleiri ung, sum vóru til pallborðskjak á Glasi fyrr í dag.

 

Ivi til fyrsta valið

Annika Soll er lærari í samfelagsvísindi á Glasi, og hon heldur tað vera væl skiljandi, at fleiri ung enn ivast.

Ein orsøk kann, sambært henni, vera, at hetta er fyrsta valið hjá fleiri. Men eisini eru nøkur evni serliga nógv frammi, sum gera avgerðina enn torførari. 

 

Krossurin er umráðandi

Búskaparligt haldføri, fosturtøkulóg og bústaðarmøguleikar eru evni, sum eru nógv frammi, og hesi fylla samstundis eisini nógv hjá fleiri ungum í dag.

Og tá krossurin skal setast, er tað tí ógvuliga  týdningarmikið, at akvøðan fer til júst tað valevnið, sum tey eru mest samd við í hesum evnunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360