Fólkatingsgáttin eftir Dag og viku

Fólkatingsgáttin eftir Dag og viku
Fólkatingsval verður í morgin, og valið, ið er dottið heilt í bakgrundina í mun til løgtingsvalinum, verður evnið í Tinggáttini eftir Dag og viku í kvøld
Mynd: Christoffer Regild  
 
23.03.2026 - 17:22

Í kvøld verður fólkatingsvalið á breddanum í Tinggáttini eftir Dag og viku. 

Tríggir høvuðstættir vera á skránni.  

1. Løgreglan og dómsvald: Spurningarnir um, hvussu vit halda skipaðum kriminaliteti burtur? Og hvørja ávirkan hava vit í Føroyum og okkara fólkatingsumboð á raðfestingarnar hjá løgregluni og dómsvaldinum?

2. Kríggj og yvirgangur: Kunnu vit í Føroyum kenna okkum trygg í einum ótryggum heimi? Og hvat kunnu ella skulu fólkatingslimirnir gera fyri okkara trygd? 

3. Danskir pengar til føroyskar verkætlanir: Skulu føroysku fólkatingsumboðini ganga biddaragongd í Danmark til frama fyri føroyskar verkætlanir? Ella er tað beinleiðis skynsamt at fáa fatur á fígging og stuðli til føroyskar verkætlanir uttan fyri Føroyar? 

Høgni í Jákupsstovu er vertur fyri Tinggáttini um fólkatingsvalið. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

FAKTA um fólkatingsvalið

Valstøð: Tað eru 57 valstøð, tað sama sum seinast - Hestur er burtur, men Hoyvík er komið afturat

Valrætt: 38.945 hava valrætt í ár - í 2022 høvdu  38.393 valrætt

Valevni:  52 hesaferð, 60 í 2022

Hvussu nógvir flokkar:  5 flokkar stilla upp. Sjálvstýrið og Framsókn stilla ikki upp. Sjálvstýri stillaði heldur ikki upp til seinast fólkatingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572