Lítla valið í Føroyum kann fáa stóra ávirkan á valdið í Danmark

Lítla valið í Føroyum kann fáa stóra ávirkan á valdið í Danmark
Hóast fólkatingsvalið í morgin, týsdagin, druknar í løgtingsvalinum hósdagin, so kann tað lítla valið í Føroyum fáa stóra ávirkan í Danmark, sigur Karoline Englund frá DR
Thomas Koba
Karoline Englund frá DR til arbeiðis á Glasir í sambandi við forfólkaumfarið og sjarmuoffensivin hjá flokkunum
23.03.2026 - 23:00

Danskir fjølmiðlar plagdu at senda nógv fólk til Føroya, tá fólkatingsval nærkaðist. 

Men í ár er Karoline Engelund einsamøll tíðindakvinna hjá danska kringvarpinum.

Við sær hevur hon blokk, mikrofon og telefon.


Mynd: Thomas Koba

 

Kann gerast avgerandi

Karoline Englund hevur seinastu vikuna skrivað Morgenposten úr Føroyum á heimasíðu Danmarks Radio.

Harumframt hevur hon sagt frá beinleiðis úr Føroyum í bæði sjónvarpi og útvarpi.

"Hóast fólkatingsvalið her í Føroyum druknar í løtingsvalinum, so verður tað hugt nógv til Føroya úr Danmark," greiðir Karoline Englund frá.

"Tað stendur púra á jøvnum millum vinstra og høgra, bláa og reyða blokkin, í donskum politikki. Tískil kann tað gerast rættiliga avgerandi fyri, hvør fær valdið í Danmark, hvørji umborð føroyingar og grønlendingar velja á Fólkating."


Mynd: Thomas Koba

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870