Jákup og Árni góvu Føroyum sigurin

Jákup og Árni góvu Føroyum sigurin
Við málum frá Jákupi B. Andreasen og Árna Frederiksberg vendu Føroyar dystinum og vunnu við einum í venjingardystinum í San Marino
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
28.03.2026 - 17:12

Jákup B. Andreasen og Árni Frederiksberg skoraðu málini, tá Føroyar vunnu tepurt á San Marino í venjingardysti á útivølli.

Eina løtu sá kortini einki serligt út. Føroyingarnir høvdu ilt við at umseta leikliga yvirvág til mál, og so skoraði Nicolas Giacopetti í staðin fyri heimaliðið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Tað eydnaðist Føroyum at javna fyri steðgin, tá Petur Knudsen gav Jákupi Biskopstø Andreasen kjansin, og KÍ-liðskiparin tók av og fekk sítt triðja landsliðsmál.

Eftir steðgin hildu Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen fram við góða samspælinum frá í fjør. Hesa ferð var tað hin seinni nevndi, sum fann hin fyrr nevnda eftir eitt gott føroyskt álop, og so var 2-1.

Føroyar kundu havt økt um munin eina ella tvær ferðir, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin hótti heimaliðið lítið, og so er støðan 3-0 til Føroyar í innanhýsis dystum ímóti San Marino. Hinir báðir sigrarnir komu í EM-undankapping í 1995.

Ætlanin var, at Føroyar skuldu spæla tveir venjingardystir í Dubai í hesum steðginum, men ófriðurin í miðeystri steðgaði teimum dystunum. Næsta uppgáva hjá manslandsliðnum verður í Baltic Cup í juni, har tveir dystir vera á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533