FarCargo stórt hall - men vónirnar eru framvegis góðar

FarCargo stórt hall - men vónirnar eru framvegis góðar
Bakkafrost setti 25 milliónir krónur í nýggjum partapeningi til kurs 320 í felagið, og tað merkir, at FarCargo um ársskiftið fekk 80 milliónir krónur at arbeiða við
Bakkafrost-samtakið eigur nú farmaflutningsfelagið FarCargo.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2026 - 13:13

Stutt fyri jól yvirtók Bakkafrost-samtakið farmaflutningsfelagið FarCargo, sum varð stovnað við tí endamáli at flúgva laks hjá Bakkafroti beinleiðis úr Føroyum til amerikanska marknaðin. 

Felagið var tá so hart spent fíggjarliga, at neyðugt var við nýggjum partapeningi, og honum kom Bakkafrost við.

Bakkafrost setti 25 milliónir krónur í nýggjum partapeningi til kurs 320, og tað merkir, at FarCargo um ársskiftið fekk 80 milliónir krónur at arbeiða við.

Hóast FarCargo ikki longur flýgur laksin beinleiðis til USA, sær Regin Jacobsen, stjóri, framvegis flogleiðina, sum nú gongur til Shannon í Írlandi og til Bruxelles og Liege í Belgia, sum ein góðan møguleika hjá samtakinum at røkka marknaðum, sum mann annars ikki kundi rokkið so skjótt. Millum annað amerikanska og kinesiska marknaðinum. 

 


Regin Jacobsen.  (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

FarCargo hevði hevði góðar 22 milliónir krónur í halli fyri skatt og góðar 18 milliónir eftir skatt í fjør. Men Regin Jacobsen er vónríkur um, at tað fer at bera til at fáa raksturin, sum higartil hevur givið slakar 70 milliónir krónur í halli fyri skatt, at bera seg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31032026_FarCargo

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237