Fíggjarmálaráðið sleppur ikki í landsrættin við útskurði um umval í Runavík

Fíggjarmálaráðið sleppur ikki í landsrættin við útskurði um umval í Runavík
Úrskurðurin hjá Føroya Rætti um steðgandi virknað av umvalinum í Runavíkar kommunu verður ikki royndur í landsrættinum. Tað hevur Procesbevillingsnævnet staðfest
Runavíkar býráð, sum var valt í 2024.
 
01.04.2026 - 14:03

Procesbevillingsnævnet vil ikki loyva Fíggjarmálaráðnum at fara í landsrættin við málinum um steðgandi virkna av umvalinum í Runavíkar kommun. 

Procesbevillingsnævnet metir ikki, at treytirnar eru loknar, og kann sostatt ikki ganga umsóknini frá Fíggjarmálaráðnum á møti. 

Í slíkum úrskurðum verður ikki grundgivið fyri avgerðini. 

21. novembur í fjør boðaði táverandi Løgmálaráðið frá, at umval skuldi vera í Runavíkar kommunu, tí løgreglan hevði reist ákæru móti einum fólki um valsvik á kommunuvalinum árið fyri.


Jónas Tór Næs, advokatur hjá Fíggjarmálaráðnum

 

Umvalið var fyribils av ongum, tí 9. januar gav Føroya rættur fimm býráðslimum viðhald í, at umval ikki skuldi vera, fyrr enn málið um valsvik var viðgjørt í Føroya rætti. 

SÍ EISINI: Valstýrisformaðurin í Oyndarfirði fríkendur fyri at fremja valsvik

Fíggjarmálaráðið boðaði tó beinavegin frá, at tað fór at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at skjóta málið um steðgandi virknaðin inn fyri landsrættin. 

Sjálvt rættarmálið millum teir fimm kommunustýrislimirnar og Fíggjarmálaráðið um avgerðina at ógilda kommunuvalið í Runavíkar kommunu í 2024 og skriva út umval, heldur fram í Føroya Rætti.

Jónas Tór Næs er advokatur hjá Fíggjarmálaráðnum:

 

01042026_Jonas_

 

Í málinum um valsvik, so bleiv ákærdi valstýrisformaðurin fríkendur fyri at hava framt valsvik, men Ákæruvaldið valdi at skjóta úrskurðin inn fyri landsrættin. 

SÍ EISINI: Ákæruvaldið kærir dómin um valsvik
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938