Sjúkrahúsverkið: Dialysa eigur ikki at spjaðast ov nógv

Sjúkrahúsverkið: Dialysa eigur ikki at spjaðast ov nógv
Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum ávarar um, at fleiri dialysueindir kunnu ganga út yvir fakliga støðið
 
01.04.2026 - 18:36

Sjúkrahúsverkið ávarar ímóti at spjaða dialysuviðgerð út á fleiri staðir í landinum. Tað kann ganga út yvir fakliga støðið, sigur Tummas í Garði, varastjóri.

Útsøgnin kemur, eftir at Nýrafelagið í Degi og Viku í gjár vísti á, at dialysusjúklingar úr Norðoyggjum brúka upp til tveir tímar hvønn vegin til viðgerð í Havn.

Men Herluf Vang, stjóri í Auto, sum stendur fyri flutninginum, sigur, at ferðin í mesta lagi tekur ein tíma og eitt korter.

Nýrafelagið vísir eisini á, at dialysutilboðið í Suðuroy hevur riggað væl, og heldur, at líknandi tilboð eigur at vera í Klaksvík.

Sjúkrahúsverkið heldur tó, at tað bæði fakliga og fíggjarliga er betri at savna viðgerðina, heldur enn at spjaða hana kring landið.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða her:

Dialysa

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974