Meistaradeildin: Spennandi dystir í Klaksvík og í Havn

Meistaradeildin: Spennandi dystir í Klaksvík og í Havn
Kí tekur ímóti Víkingi við Djúpumýrar, og í Gundadali í Havn verður toppdystur millum HB og B36
Mynd: Havnar Bóltfelag  
 
06.04.2026 - 12:19

Fýra dystir í Meistaradeildini við monnum verða spældir 2. páskadag, og serliga tveir teirra síggja spennandi út.

Í Klaksvík tekur KÍ ímóti Víkingi. Tey bæði liðini hava kappast í toppinum síðstu nógvu árini, men undan dystinum liggja tey á ávíkavist 5. og 6. plássi á stigatalvuni.

Meistararnir úr KÍ hava spælt tveir javnleikir á rað, meðan Víkingur vann á HB seinast eftir eitt tap og ein javnleik fyrstu umførini.

Í Havn bresta HB og B36 saman í toppdysti. Teir hvítu hava fingið sjey stig upp á fyrstu tríggjar dystirnar, meðan HB vann tveir teir fyrstu, áðrenn Víkingur gav HB-venjaranum André Olsen sítt fyrsta tap í føroysku kappingini, síðan hann fekk starvið fyri lítlum ári síðan.

Kringvarpið sigur frá hesum báðum dystunum í útvarpinum klokkan 15 og eftir tíðindini klokkan 18.

Hinir báðir dystirnir í dag eru millum AB og 07 Vestur á Argjum og Skála og EB/Streym á Skála. Í gjár vann NSÍ 2-1 á B68 í grannauppgerð á Svangaskarði á Toftum og legði seg fremst í Meistaradeildini við 10 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846