Tíðindafundur um samgonguskjalið í morgin

Tíðindafundur um samgonguskjalið í morgin
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um at skipa landsstýrissamgongu
Hesir tríggir eru komnir ásamt um at skipa nýtt landsstýri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.04.2026 - 13:03

Samráðingarnar um at skipa samgongu eru lidnar, og Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eru samdir um, hvussu málsøkini skulu býtast millum flokkarnar. 

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hittast seinnapartin.

Og fyrrapartin í morgin verður tíðindafundur, har samgonguskjalið verður alment.

Mánadagin verður løgtingið sett.

Elsti persónur á tingi, 73 ára gamli Jenis av Rana, setir tingfundin, sum byrjar klokkan 10.

Á hesum tingfundinum skal løgtingið formliga góðkenna úrslitið av løgtingsvalinum 26. mars og valbrøvini hjá teimum, sum eru vald á ting. Eisini velur løgtingið løgtingsformann og tríggjar næstformenn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928