SEV missir einkarrættin at selja streym

SEV missir einkarrættin at selja streym
Frameftir skal SEV kunna selja streym í heilsølu, so feløg kunnu keypa og selja streym víðari til brúkaran.
Nýggja samgongan ætlar, at SEV skal selja streym í heilsølu til feløg, ið kunnu selja hann víðari til brúkaran.
 
09.04.2026 - 13:03

Privat feløg skulu frameftir kunna selja streym í heildarloysnum, og soleiðis missir SEV einkarrættin at selja brúkarunum streym.

Frameftir skal SEV kunna selja streym í heilsølu, so feløg kunnu keypa og selja streym víðari til brúkaran.

Tað er ein partur av samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyrrapartin.

Í samgonguskjalinum stendur, at "SEV keypir og selur alla elorku, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Sølan fer fram í heilsølu ella smásølu. Tað skal vera gjørligt hjá privatum feløgunum at veita heildarloysnir til privatbrúkarar."

Tað vil siga, at um tú til dømis keypir eina hitapumpu, skal veitarin eisini kunna selja tær streymin.

Hetta var annars eitt mál, sum undanfarna samgonga ikki kom á mál við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037