Einki verkfall nú

Einki verkfall nú
Verkfallið, sum skuldi raka farmaskipini Dettifoss, Brúarfoss og Selfoss hjá Eimskipi er avlýst
Brúarfoss í Havn.
 
13.04.2026 - 08:24

Verkfallið, sum skuldi raka farmaskipini Dettifoss, Brúarfoss og Selfoss hjá Eimskipi er avlýst.

Jónas Garðarsson, sum er formaður í samráðingarnevndini hjá Sjómannafelagnum, sigur við Morgunblaðið, at Eimskip sigur seg viðhvørt vera íslendskt felag og viðhvørt føroyskt.

Hann sigur, at nú bíðar felagið eftir, at Eimskip sigur seg vera íslendskt felag, tí íslendski semingsstovnurin umfatar ikki føroysk feløg.

Jónas Garðarsson sigur, at fæst ikki semja við Eimskip, verður aftur boðað frá verkfalli. 

Skuldi byrja á midnátt

Verkfallið, sum nú er avlýst, var sett at byrja á midnátt og vara til og við 15. apríl.

Sáttmálaloysi hevur verið síðani ársskiftið.

Eimskip sigur í svari til Morgunblaðið, at felagið er altjóða flutningsfyritøka, sum hevur høvuðssæti í Íslandi og virkar í 20 londum.

Dótturfelagið, Faroe Ship, eigur bingjuskipini, sum eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni.

Íslendsk feløg hava sáttmálar um manningarnar, sum eru við hesum skipunum hjá Faroe Ship.  

erkfallið, sum nú er avlýst, var sett at byrja á midnátt og vara til og við 15. apríl.

Sáttmálaloysi hevur verið síðani ársskiftið.

Eimskip sigur í svari til Morgunblaðið, at felagið er altjóða flutningsfyritøka, sum hevur høvuðssæti í Íslandi og virkar í 20 londum.

Dótturfelagið, Faroe Ship, eigur bingjuskipini, sum eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni.

Íslendsk feløg hava sáttmálar um manningarnar, sum eru við hesum skipunum hjá Faroe Ship.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928