Johan Dahl valdur til løgtingsformann

Johan Dahl valdur til løgtingsformann
So er tað greitt, at Johan Dahl úr Sambandsflokkinum er valdur til løgtingsformann næstu fýra árini við 32 atkvøðu fyri og einari blankari atkvøðu. Hana átti Jenis av Rana
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2026 - 10:44

Formansskapurin í løgtinginum næstu fýra árini eru nú valdur. 

Ikki óvæntað, so bleiv tað Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, ið bleiv valdur til løgtingsformann. 

Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir úr Fólkaflokkinum verður fyrsta næstforkvinna,

Av tí at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin er líka stórir á løgtingi, var neyðugt við lutakasti teirra millum, tá formansskapurin skuldi veljast. Og tað lutakastið vann Tjóðveldi.

Tískil verður Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi verður onnur næstforkvinna, meðan Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum verður triði næstformaður. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069