Beinir Johannesen er nú Føroya løgmaður

Beinir Johannesen er nú Føroya løgmaður
Tað hevur verið greitt síðani hósdagin, men nú hevur løgtingið so staðfest tað: Beinir Johannesen er nú valdur til Føroya løgmaður við 26 atkvøðum fyri og sjey blonkum
Beinir Johannesen, løgmaður, vísti í síni røðu á, at úrslitið av løgtingsvalinum var ein uppgerð við blokkpolitikkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2026 - 11:03

Hósdagin skrivaðu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkur undir samgonguskjal. 

Tá var greitt, at Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, skuldi vera løgmaður - tann yngsti í søguni. 

Men fólkaræðið er soleiðis skrúvað saman, at tað er løgtingið, ið er evsta vald, so einki er avgjørt, fyrr enn løgtingið hevur talað. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tað hevur løgtingið nú, og Beinir Johannesen bleiv valdur til løgmann við 26 atkvøðum. Sjey vóru blankar. 

Beinir Johannesen, løgmaður, gjørdi greitt í sínari røðu, at útslitið av løgtingsvalinum var ein uppgerð við blokkpolitikkin, sum hevur valda.

Tí fegnaðist hann um, at tað nú er skipað ein breið samgonga millum teir tríggjar størstu flokkarnar. 

"Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki - uttan blokkpolitikk."

 

Beinir_1

 

Løgmaður nevndi eitt ítøkiliga málið, og tað er fáa føroyingar at velja Føroyar. 

 

Beinir_2

 

Samstundis boðaði Beinir Johannesen, løgmaður, frá, at hann settir hesi fólkini í starv sum landsstýrisfólk:

Bárður á Steig Nielsen, uttanríkis- og fiskivinnumál, og sum varaløgmann
Aksel V. Johannesen, fíggjarmál
Jacob Vestergaard, vinnumál
Eyðdis Hartmann Niclasen, heilsu- og orkumál
Margit Stórá, almanna- og bústaðarmál
Bárður á Lakjuni, mentamál

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762