Eru ikki partur av semjuni, men vísa til felags lønarkarmin

Eru ikki partur av semjuni, men vísa til felags lønarkarmin
Forkvinnan í Heilsuhjálparafelagnum undrast á støðuna hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, nú sáttmálasamráðingarnar verða tiknar uppaftur
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.04.2026 - 13:04

Heilsuhjálparafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, taka sáttmálasamráðingarnar uppaftur fyrst í næstu viku. 

Men hóast KAF ikki er partur av semjuni við tey 12 feløgini, sum í februar skrivaðu undir semju við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm uppá 3,87 prosent fyrsta árið, vísir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kortini til karmin í samráðingunum við t.d. Heilsuhjálparafelagið.

Heilsuhjálparafelagið tekur heldur ikki undir við felags lønarkarminum. 

- Tað er ørkymlandi, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, tí hon vil ikki góðkenna ein karm, sum hon onga ávirkan hevur havt á.

Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir:

 

22042026_Mary_Antonsdottir

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290