Lydia og Sámal vunnu stuttsøgukappingina

Lydia og Sámal vunnu stuttsøgukappingina
Tað hevur stóran týdning støðugt at fáa nýggjan føroyskan skaldskap, halda Lydia Didriksen og Sámal Soll, ið vunnu ársins skrivikapping, sum Bókasavnið við Løkin skipaði fyri.
Lydia Didriksen og Sámal Soll vunnu skrivikappingina, sum Bókasavnið við Løkin skipaði fyri aftur í ár
 
23.04.2026 - 13:41

Bókasavnið við Løkin skipaði aftur í ár fyri skrivikapping í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu. 
Í ár skuldu luttakararnir skriva stuttsøgur, og mánakvøldið vórðu vinnararnir kunngjørdir á bókasavninum.  

49 stuttsøgur komu inn, og dómsnevndin valdi, at Sámál Soll skuldi hava 1. virðislønina fyri stuttsøguna "Síðsta orðið", og Lydia Didriksen fekk 2. virðisløn fyri stuttsøguna "Døgurðin".

Sámal og Lydia hava bæði skrivað nógv og givið út. Sámal Soll er cand.mag í enskum, rithøvundur og týðari, og gav millum annað út stuttsøgusavnið Glasbúrið í 2015. Í 2019 kom hann við stuttsøgusavninum Virus. 

Lydia Didriksen er fólkaskúlalærari, M.A. í føroyskum bókmentum og máli og rithøvundur, og hevur skrivað eina røð av barnabókum, eitt stuttsøgusavn og lagt fleiri skúlabøkur til rættis. Ofta er ungu gentan ella kvinnan høvuðspersónur, og í vaksnamammasøgunum verður sálardýpið ofta granskað. 

 

Ymiskar søgur við hugtakandi enda

Søgurnar hjá vinnarunum eru ymiskar í tíð og í evni, men hava báðar ein hugtakandi enda, sum kann tulkast uppá ymsar mátar. 

"Síðsta orðið" hjá Sámal Soll snýr seg um eina samrøðu millum tveir bankamenn í Havn um hugtakið "viager" - ein franskan máti at selja hús uppá. Føroyski bankin, har teir arbeiða, ætlar nú at veita hesa "tænastu" til sínar kundar. Stílurin í søguni kann sigast at vera nútíðarligur og realistiskur, og fleiri aktuell mál verða tikin upp. Søgan kann lesast sum eitt speiskt og kanska eitt sindur atfinningarsamt íkast til kjakið um bústaðarmarknaðin. 

Søgan "Døgurðin" hjá Lydia Didriksen er um ein døgurða, sum ein verdóttir fyrireikar til vermammu sína. Men tá vermammuni trínir inn, koma ósagdu ósemjur eisini á gátt. Søgan lýsir eitt føroyskt heim í eina stutta løtu ein sunnudag, og lesarin kennir, hvussu stórt vald ella ávirkan vermamman hevur, hóast hon sera lítið sigur. Ósemjurnar koma heldur til sjóndar við tøgn og kropsburði. Gjøgnum ungu gentuna í húsinum verða myndir, ið hanga á vegginum lýstar, og tær siga lesaranum, hvat fyri húski talan er um.

Sámal og Lydia halda, at tað er sera jaligt, at skipað verður fyri skrivikappingum, tí neyðugt er støðugt at fáa til vega nýggjan føroyskan skaldskap.

- Tað hevur týdning fyri føroyska málið, men eisini fyri okkara samleika sum føroyingar, halda tey.

 

Lurta eftir samrøðuni við Sámal Soll og Lydiu Didriksen her:

 

1808618

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373