Greta og Heiðrik við vakrari duett

Greta og Heiðrik við vakrari duett
Bæði Greta Svabo Bech og Heiðrik á Heygum hava verið sera virkin seinasta árið. Nú royna tey seg saman við duett og sjónbandi.
23.12.2013 - 15:45

Tasty Tears er heitið á nýggja lagnum, sum Greta Svabo Bech og Heiðrik á Heygum geva út. Talan er um eina vakra, friðarliga duett við einum einføldum sjónbandi til. Hóast Greta og Heiðrik hava kenst leingi, er hetta fyrstu ferð, at vinarlagið úrslitar í einum tónlistarligum samstarvi. 

 

Tey hava bæði gjørt orð og lag, Sakaris E. Joensen spælir gittar og Jens L. Thomsen hevur ljóðblandað. Til sjónbandið skiftust tey um at filma hvønn annan, og síðan hevur FriisFrame eftirviðgjørt upptøkurnar. 

 

Bæði Heiðrik á Heygum og Greta Svabo Bech arbeiða í løtuni við nýggjum útgávum. Greta letur í næsta ár fýra EPir út - eina fyri hvørja árstíð. Tann fyrsta EPin verður latin út í mars. Eisini Heiðrik situr og skrivar løg til eina komandi útgávu og arbeiðir við at fáa ein plátusáttmála í lag í Týsklandi. 

 

Hoyr Tasty Tears her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.