Norðoyartunnilin 20 ár: Frá mótstøðu til veruleika

Norðoyartunnilin 20 ár: Frá mótstøðu til veruleika
Jógvan við Keldu minnist aftur á tíðina, tá undirsjóvartunlar vórðu møttir við iva - og hví hann kortini helt fast í verkætlanini við Norðoyatunlinum.
 
29.04.2026 - 11:48

Í dag eru 20 ár liðin, síðan Norðoyatunnilin lat upp og knýtti Norðoyggjar við meginøkið. Í dag er tunnilin sjálvsagdur, men soleiðis var ikki, tá hugskotið fyrst tók skap.

Longu í 80'unum varð tosað um fast samband um Leirvíksfjørð. Tað var ein tíð, sum á mangan hátt minnir um støðuna í dag, sigur Jógvan við Keldu. Búskapurin var góður, men mótstøðan móti stórum undirsjóvarverkætlanum var eisini stór.

- Tað var nógv orrusta. Tað snúði seg bæði um kostnað og um, hvørt tað yvirhøvur bar til, sigur hann.

Hóast kreppan í 90'unum setti ferðina niður, doyði hugskotið ongantíð. Tá arbeiðið byrjaði í 2003, var tað eitt úrslit av nógvum politiskum arbeiði og trúfesti.

Jógvan við Keldu vitjaði morgunsendingina, har hann greiddi frá. Øll samrøðan kann hoyrast niðanfyri.

a_1364-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655