Samsýningin til fosturforeldur skal eisini hækka

Samsýningin til fosturforeldur skal eisini hækka
Í fyrsta umfari hækkar gjaldið til vistarhald, og tað er sama uppskot, sum undanfarna samgonga ætlaði at leggja fram, tá ið valið varð útskrivað
Bárður á Lakjuni er landsstýrismaður í mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.04.2026 - 15:40

Skipanin við fosturforeldrum skal styrkjast, og tað uppskotið kemur helst seint í heyst.

Tað sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Fosturforeldrafelagið sigur í hoyringarsvari í sambandi við málið um at hækka gjaldið til vistarhald, at tørvur er eisini á at hækka samsýningina til fosturforeldur, tí hon er afturútsigld samanborið við aðrar lønarbólkar.

Landsstýrismaðurin ætlar eisini at gera nakað við hetta málið.

Í fyrsta umfari verður gjaldið til vistarhald hækkað, og tað er sama uppskot, sum undanfarna samgonga ætlaði at leggja fram, tá ið valið varð útskrivað.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30042026_Bardur_a_Lakjuni

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776